Leyst starv á skrivstovuni

Skrivstovu-/bókhaldsfólk til Skúlan á Trøðni

Skúlin á Trøðni søkir eftir skrivstovu-/bókhaldsfólki ¾ tíð at seta í starv 1. juni ella skjótast til ber.

Arbeiðsuppgávurnar eru:

• Bókingar í Búskaparskipan Landsins
• Gera fíggjarætlan saman við stjóranum
• Lønir og setanarskriv
• Telefonavgreiðsla og aðrar samskiftisuppgávur
• Annað fyrifallanda skrivstovuarbeiði t.d. skrásetingar
Førleikakrøv:

• Skrivstovuútbúgving ella onnur viðkomandi útbúgving
• Kunnleika til bókhald og lønir
• Telduførleiki
• Hollan kunnleika til føroyskt
Persónligir eginleikar:

• Dentur verður lagdur á góð samstarvsevnir
• Vera álítandi, røkin og kunna starvast sjálvstøðugt
Setanartreytir:

Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Umsókn og avrit av próvskjølum og møguligum viðmælum skal vera Skúlanum á Trøðni í hendi í seinasta lagi 25. apríl 2016.

Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Jan Christiansen, skúlastjóra tlf. 280025.

Á Frælsinum 32, Postrúm 2036, 110 Tórshavn Telefon 314522, teldupostur sat@sat.fo

Posted in Uncategorized.