Reglur fyri næmingar

  1. Skúlin er eitt stað, har næmingarnir skulu hava tað gott, eru glaðir og kenna seg tryggar.
  2. Skúlin væntar, at næmingar møta stundisliga og eru væl upplagdir, tá teir koma í skúla.
  3. Tá ið tað ringir inn, fara næmingarnir til síni egnu flokshøli.
  4. Allir næmingarnir fara við lærara sínum til morgunsang. Undir morgunsanginum fylgja øll við og standa friðarliga uttan at práta saman.
  5. Í fríkorterinum er loyvt bæði at vera úti og inni. Flokslærarin avger, um næmingar hansara kunnu vera í stovu síni.
  6. Í allari samveru eiga øll at fáa frið. Eingin happar annan á nakran hátt. Heldur hjálpa øll til, so at samveran verður hugnalig.
  7. Alt spæl fer fram á ein vanligan hátt, og vit eiga øll at sýna góðan atburð og vinsemi.
  8. Ófantaligt orðalag er ein ósigur, sum ikki eigur at verða nýttur.
  9. Royking er ikki loyvd á skúlans øki.
  10. Næmingarnir eiga í øllum at rætta seg eftir ávísingum frá lærarunum.
  11. Øll eiga at vera inni í sínum egnu flokshølum í tímunum.
  12. Telefon,teldil og annað líknandi skal vera burturbeint í skúlatíðini